fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

04. des. 2024
Arbeiðsmaður

Søkt verður eftir arbeiðsmanni til timburarbeiði.
Vit vænta, at tú ert røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi, har tað er neyðugt.
 
Vit ynskja at fólk hava tað gott og trívast í arbeiðinum. Vit hava árlig starvsfólkatiltøk og raðfesta trygdina høgt hjá starvsfólkunum.
 
Búsetur arbeiðir kring allar Føroyar, tó serliga í  Eysturoy, Streymoy og Vágunum.
 
Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
 
Lønin verður avtalað millum partarnar.
 
Starvið verður sett, skjótast tilber.


 

Umsóknarfreist: 19. des. 2024
14. okt. 2024
Lærlingur til húsasmíð

Kom og lær til byggismið, hjá okkum.

Hetta er ein yrkisútbúgving sum tekur 3 ár og 6-12 mðr. Lærutíðin skiftir ímillum, verkligt arbeiði á byggiplássum og námsligt arbeiði á skúla í Danmark, har vit gjalda fyri ferðing og bústað. Hesa tíðina arbeiðir tú á ymiskum byggiplássum, saman við royndum handverkarum.  Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. forskalling, armering, betongarbeiði, byggiarbeiði. Skúlaskeiðið er tilsamans 55 vikur í hesi 4 árini.

Um tú hevur áhugað í at framleiða og dámar kropsligt arbeiði, ert ágrytin, røkin og álítandi og hevur lætt at samstarva við onnur, so kunnu vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss, har tú sum lærlingur verður við í nógvum spennandi og fjølbroyttum uppgávum.

Vit ynskja at fólk hava tað gott og trívast í arbeiðinum. Vit hava árlig starvsfólkatiltøk og raðfesta trygdina høgt hjá starvsfólkunum.

 

Umsóknarfreist: 14. okt. 2024
24. sep. 2024
Timburmaður

Søkt verður eftir Handverkarum til timburarbeiði.

Vit vænta, at tú ert røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi, har tað er neyðugt.

 

Vit ynskja at fólk hava tað gott og trívast í arbeiðinum. Vit hava árlig starvsfólkatiltøk og raðfesta trygdina høgt hjá starvsfólkunum.

 

Búsetur arbeiðir kring allar Føroyar, tó serliga í  Eysturoy, Streymoy og Vágunum.

 

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

 

Lønin verður avtalað millum partarnar.

 

Starvið verður sett, skjótast tilber.

 

Umsóknarfreist: 19. des. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor