fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Verkætlanarleiðari/Byggifrøðingur

Vit søkja eftir verkætlanarleiðara / byggifrøðingi

Hevur tú hug at taka ábyrgd, leiða spennandi byggiverkætlanir og tryggja, at tær verða framdar til tíðina, innan fyri fíggjarætlan og við høgari góðsku? So er tað kanska tær vit leita eftir.

 

Um starvið

Sum verkætlanarleiðari/arbeiðsleiðari fært tú ein lyklaleiklut í okkara verkætlanum. Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi og fert at hava ábyrgd av dagligari leiðslu og framdrift í verkætlanum.
Starvið fevnir breitt frá fyrireikingum, tekniuppgávum, roknað tilboð til leiðslu og uppfylging á byggiplássum.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Arbeiða við Revit
  • Rokna tilboð
  • Seta verkætlanir í gongd.
  • Tryggja, at arbeiðið gongur eftir ætlan – bæði viðvíkjandi tíð, kostnaði og góðsku
  • Samskifta við byggiharrar, ráðgevar og undirveitarar

  

Vit vænta, at tú

  • Ert útbúgvin byggifrøðingur
  • Hevur fleiri ára royndir í byggivinnuni
  • Hevur royndir við sigma.
  • Dugir væl at arbeiða í Revit
  • Hevur gott yvirlit og tekur ábyrgd
  • Dugir væl at samskifta og samstarva


Vit bjóða

  • Eitt gott og støðugt arbeiðspláss
  • Spennandi og ymiskar verkætlanir
  • Gott arbeiðsumhvørvi og dugnaligar starvsfelagar
  • Løn eftir avtalu

 

Umsóknarfreistin er 24. mai 2026 og samrøður verða møguliga hildnar leypandi.

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til 230859 ella skriva teldupost á rogvi@busetur.fo. 

 

 

Lagt út tann
06. mai 2026
Starv
Verkætlanarleiðari/Byggifrøðingur
Starvsheiti
Verkætlanarleiðari/Byggifrøðingur
Virki
Búsetur
Deild
Byggifrøðingur
Umsóknarfreist
24. mai 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor