fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Arbeiðsfólk til Jørð og lendisarbeiðið

Vit søkja eftir arbeiðsfólki til jørð- og lendisarbeiði

Dámar tær at arbeiða úti, og hevur tú royndir við gravmaskinum og lastbilum? So er møguleikin kanska tín!

Vit søkja eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfelaga til jørð- og lendisarbeiði.

Arbeiðsuppgávur

  • Jørð- og lendisarbeiði á ymiskum byggiplássum

  • Gravimaskinuarbeiði og annað maskinarbeiði

  • Lastbilakoyring og flutningur av tilfari

  • Annað fyrifallandi arbeiði í sambandi við byggi- og anleggsarbeiði

Vit vænta, at tú:

  • Hevur royndir við gravmaskinum

  • Hevur royndir við lastbilum

  • Ert arbeiðssamur, álítandi og nærlagdur

  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

  • Hevur koyrikort til lastbil.

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiði

  • Góðar arbeiðsumstøður

  • Dugnaligar starvsfelagar

  • Løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?

So ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Spurningar kunnu sendast til rogvi@busetur.fo / +298 230859

 

Lagt út tann
30. okt. 2026
Starv
Arbeiðsmaður
Starvsheiti
Arbeiðsfólk til Jørð og lendisarbeiðið
Virki
Búsetur
Deild
Arbeiðsmaður
Umsóknarfreist
22. nov. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor