fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Goymslufólk

Vit leita eftir goymslufólki

Búsetur, sum arbeiðir við ymiskum spennandi verkætlanum kring landið, leitar nú eftir einum ábyrgdarfullum og handaligum starvsfólki, sum kann taka sær av okkara amboðum, tilfari og goymslu, og vera ein týdningarmikil partur av okkara toymi.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Umsita og halda skil á amboðum og tilfari á goymsluni

  • Tryggja, at arbeiðsamboð og tilfar eru tøk og í góðum standi

  • Koyra út og levera tilfar til verkætlanir kring landið

  • Annað praktiskt arbeiði á verkstaðnum

  • Samstarva við arbeiðsleiðarar og handverkarar fyri at tryggja góða gongd á verkætlanunum

Vit ímynda okkum, at tú

  • Hevur handverksliga bakgrund (t.d. snikkari, timburmaður  ella líknandi) – er ein fyrimunur

  • Hevur koyrikort til persónbil (og gjarna eisini til lastbil ella trukkur, men tað er ikki krav)

  • Er skipaður, álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt

 

Vit bjóða

  • Eitt trygt og stabilt starv í einari sterkari byggifyritøku við góðum arbeiðsumhvørvi

  • Góðar arbeiðsumstøður

  • Felagsskap við dugnaligum og góðum starvsfeløgum

 

Lagt út tann
07. nov. 2025
Starv
Goymslufólk
Starvsheiti
Goymslufólk
Virki
Búsetur
Deild
Búsetur
Umsóknarfreist
21. nov. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor